Ríkt mentanarlív í Katuaq

Sera stórt virksemi er í grønlendska mentanarhúsinum Kaduaq í Nuuk. Í fjør vitjaðu umleið 110.000 fólk tey 254 tiltøkini, sum vóru í húsinum


 

Mentan


Nuuk: Í miðbýnum í Nuuk liggur mentanarhúsið Katuaq (úttalað gaduakk). Húsið veður sera nógv brúkt og var longu frá upplatingini fyri fýra árum síðan ov lítið, sigur stjórin, Juaaka Lybert.

Mentanarhúsið Katuaq er felagsstovnur, sum Norðurlandaráðið. grønlendska heimastýrið og Nuuk Kommuna eiga í felag, greiðir stjórin frá. Húsið varð tikið í nýtslu 15. februar 1997 og kostaði tá 110 milliónir krónur. Roknað varð tá við, at brúk fór at verða fyri fýra føstum starvsfólkum í húsinum.

Men tað helt ikki, kann ein róliga siga. Í dag, bara fýra ár eftir, at húsið varð tikið í brúk, eru starvsfólkini næstan tíggju ferðir tað, roknað varð við tá. 18 fólk eru í føstum starvi, meðan 17 tímalønt eru, sum arbeiða 37 tímar um vikuna, umframt tey, sum arbeiða tímalønt styttri tíðarskeið. Tilsamans eru tímalønt størv, sum svara til 20 fulltíðarstørv, og alt í alt verða 38 árslønir útgoldnar, sigur Juaaka Lybert, stjóri í Katuaq.

Juaaka Lybert tók við starvinum sum stjóri i Katuaq tann 1. juni 1999, tá hann loysti norðmannin Jan Kløvstad av. Jan Kløvstad hevði, sum kunnugt, verið stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum, áðrenn hann fór til Grønlands at stjórna Katuaq.


Lík men tó ymisk

Hóast Katuaq er mentanarhús við á leið somu uppgávum sum Norðurlandahúsið í Føroyum, er kortini avgerðandi munur á bygnaðinum, sigur Juaaka Lybert.

Norðurlandahúsið í Føroyum er norðurlendskt burturav. Soleiðis at skilja, at tað er Norðurlandaráðið, sum eigur. Meðan Katuaq verður roknað sum grønlendskt. Og eisini fíggingin av virkseminum er heilt øðrvísi, enn hon er í Norðurlandahúsinum, sigur Juaka Lybert.

Fíggjarætlanin hjá Katuaq er upp á 20 milliónir krónur í ár. Av hesum eru níggju milliónir almennur stuðul, meðan húsið sjálvt má syrgja fyri at fáa hinar 11 milliónirnar í kassan.

Og tað kann vera strævið, sigur stjórin. Men vísir í sama andadrátti á, at tað higartil hevur borið væl til.

Tvær góðar inntøkukeldur eru í sjálvum húsinum, greiðir hann frá. Tær eru biohøllin og cafeteria, sum rættiliga nógv fólk vitja.

?Og so ein hundans rúgva av umsóknum og bønarbrøvum, skoytir hann uppí.

Biohøllin er nógv mest vitjaða staðið í húsinum. Men eisini kaffistovan dregur heilt nógv fólk til. Og tað kemst av, at húsið liggur so væl fyri hjá fólki bara soleiðis at detta inn á gólvið. Tað liggur mitt í býnum. Vildi svara til, at um tað var í Havn, hevði tað ligið í Steinatúni.

Ikki er tað so galið kortini at vita sær, at húsið sjálvt fíggjar eini 55 prosent av rakstrinum, sigur stjórin.

Tað hevur tó ikki altíð gingið líka væl, sum tað ger beint nú, viðgongur Juaka Lybert, stjóri í grønlendska mentanarhúsinum Katuaq. Í 1999 hevði húsið eina skuld til Nuuk Kommunu upp á 1,4 milliónir, sum avtalað varð at avgreiða upp á trý ár. Men tað hevur gingið munandi skjótari við tí, sigur stjórin, og eitt sindur av erni er at merkja á røddini. Tí longu í fjør vísti roknaskapurin eitt avlop upp á 700.000,- krónur, sigur hann.


Livandi boðberin

Katuaq merkir trumma, trummustavur ella eisini trummudansari.

Í grundini varð hildið, tá navnið varð valt, greiðir stjórin frá, at orðið Katuaq merkti ein trummustavur ella eisini ein trumma við stavi. Tað vil siga eitt amboð, sum ber ein boðskap.

Men eftir at málgranskarar hava kannað orðið nærri, eru teir komnir til ta niðurstøðu, at tað líka væl kann merkja fyribrygdið trummudansari. Tað vil siga bæði maður, trumma og stavur í einum. Og tað ger ikki boðskapin verri, heldur Juaaka Lybert, stjóri í Katuaq.

Húsið er teknað av donskum arkitektvirki og er sjónliga gjørt við norðlýsinum sum fyrimynd. Bylgjandi veggirnir lata ongan iva vera um, at tað er norðlýsið, teknarin hevur hugsað um, tá hann hevur fest strikurnar á blað.

Men eisini ísfjallið, sum grønlendingar kenna so væl, hevur inspirerað aritektin. Húsið vísir seg líkasum at standa eitt sindur eftir løgg. Og tað er við vilja, greiðir stjórin frá, Tað ímyndar tað hallandi ísfjallið, og eisini sjálvur formurin á húsinum er mestsum tríkantaður, sum ísfjallið ofta er.

Nakað av orðaskifti var um, hvørt tað var brúk fyri húsinum, tá tað varð bygt, greiðir stjórin frá. Men tað orðaskifti er púra tagnað, nú tað vísir seg, hvussu dúgliga húsið verður vitjað.