Røktarheim – Sambýlir

Sigvald Kristiansen
---

Nú orðaskifti aftur er um røktarheimspláss og sam­býl­ir, harmar tað meg al­mik­ið, at tað er nevndin fyri Landsfelag Pensjónista (LP), sum leggur upp til at niður­leggja sambýlir og ikki byggja fleiri røktarheim.
Nevndin fyri LP hevur sum ein av sínum fremstu upp­gávum at ráðgeva lands­mynd­ugleikunum um viður­skiftini á eldraøkinum. Og so kemur nevndin nú við hesum óundirbygdu ráð­um, sum avvarandi myndug­leik­ar fegin taka til sín, tí teir halda sjálvandi, at tað er hetta, sum flestu føroysku fólk­apensjónistar vilja, tá umboð teirra kemur við slík­um útsøgnum.
Núverandi nevnd hevur fleiri ferðir hesi seinasti tvey árini borið hetta upp á mál bæði á pensjónistafundum og alment, og fleiri hava mót­mælt harðliga henda hug­burð hjá núverandi nevnd í LP.
Fyrrverandi nevndir í LP hava tvørturímóti mælt til at útbyggja á hesum økinum, bæði røktarheimspláss og sam­býlir, til komið var á mál.
Signar Dam hevur so púra rætt í tí, sum hann førir fram í lesarabrævi í Sosial­inum. Tað er enn tørvur á røkt­ar­heimsplássum og sam­býlum.
Vit komu nakað seint í gongd við at útbyggja eldra­økið, men tey seinastu 40 árini hava vit megnað at fing­ið til vega meira enn 600 búpláss til óhjálpin eldri, tað er gott klárað, men vit eru ikki komin á mál enn, og tí er burturvið at mæla lands­myndugleikum og kommu­nalum myndug­leik­um at steðga hesari út­bygg­ing.
Vónandi fara fleiri at mæla ímóti, at hesin nýggi hug­burður hjá LP vinn­ur frama, so avvarðandi mynd­ug­leikar fá eyguni upp fyri, at enn er tørvur á bæði sam­býlum og røkt­ar­heims­plássum. Broy­tingar á hesum økinum fara ivaleyst at koma, tá tann akutti tørvurin er nøktaður.

Skála 21.11.13