Rókur er besti sangari

Rókur Jákupsson Jakobseb vann Planet-heiðurslønina fyri at hava verið besti sangari í Føroyum í 2006.

Rókur gjørdist kendur í bólkunum Lokum og Tangz, men hevur síðan sungið í fleiri ymiskum bólkum og samanhangum. Í 2006 kom fyrsta útgávan hjá Róki, sum einstaklingi, umframt at Rókur eisini luttók á fløguni hjá M’as Blues Band. Rókur hevur eisini havt nógvar framførslur sum solistur farna árið umframt, at hann sungið í bólkunum All That Rain og MC Hár. Rókur, ið eisini framførdi á Planet Awards tók ímóti heiðurslønini frá Bryan Rice. Rókur takkaði fyri heiðurin.