Rókur og Benjamin í Café Natúr

Rókur Jákupsson Jacobsen vann Singer/Songwriter kappingina í fjør. Hann hevur seinastu tíðina arbeitt við síni fyrstu fløgu sum einstaklingur. Í hesum arbeiði hevur hann millum annað arbeitt saman við Benjamin Petersen, ið gjørdist kendur í Føroyum sum evnaríki gittarleikarin hjá Brandi Enni. Hóskvøldið fara teir báðir at undirhalda á Café Natúr, og her verður høvi at hoyra okkurt av tí, sum verður á fløguni.

 Konsertin verður unplugged, og sambært Havgrími Johannesen fyriskipara, so verða eisini aðrir gestir við. Rókur telist millum bestu føroysku songrøddirnar og er altíð ein uppliving.