Partrolararnir, sum fiska upsa undir Føroyum, lata í løtuni illa at fiskiskapinum. Í dag eru partrolararnir Rókur og Lerkur í Saltangará við umleið 200.000 pundum av upsa, sum skipini hava fingið eftir 5 til 6 døgum á fiskileið. Hetta er soleiðis ein lutfalsliga stuttur túrur hjá skipunum.
Fyrr í hesi vikuni vóru annars fleiri landingar í Saltangará.
Mánadagin vóru Polarhav og Stjørnan inni við sløkum 380.000 pundum og týsdagin Stelkur og Bakur við umleið 300.000 pundum.
Djúpvatnstrolarin Eydna var eisini inni týsdagin við 34.000 pundum. Teir partrola saman við Beinissvørði, men brutu túrin av, tí okkurt riggaði ikki, sum tað skuldi.
Garnabáturin Oknin hevur eisini landað tilsamans 26.000 pund av svartkalva í Saltangará í vikuni.
Mánadagin væntar Landingarmiðstøðin Kongshavn, at fýra skip koma inn at landa. Tey eru Jaspis og Ametyst og Heykur og Falkur.
Á Kongshavn siga tey, at skipini, sum fiska upsa, lata illa at veiðini í løtuni.