Sheik Hamdan Al Nahyan úr Dubai hevur merkisvert bilsavn. Og nú hevur hann lagt afturat, tí hann hevur bygt heimsins størsta SUV, ið er samansettur av ymsum bilum.
Afturendin er ein Dodge Dart og forlyktirnar av einum Ford. Og førarin situr í einum Wrangler Jepp. Alt hetta er bygt á eitt amerikanskt hernaðarakfar; ein Oshkosh M1075.
Bilin hevur fingið navnið Dhabiyan, og er hann 10,8 metrar langur, 3,2 metrar høgur og 2,5 metrar breiður. Hann hevur 10 stór hjól og 4 eykahjól. Motorurin er ein Caterpillar C15 á 15,2 litra , 600 hk.
Frammanundan eigur sheik Hamdan Al Nahyan heimsins størsta Villys Jeep.
Al Nahyan familjan hevur rátt fyri borgum í Emiratunum í fleiri hundrað ár og er sera væl fyri fíggjarliga. Mesta peningin hevur familjan vunnið innan olju- og gassídnaðin. Sheik Hamdan Al Nahyan sigst eiga yvir 20 milliardir dollarar. Bilsavn hansara telur fleiri enn 400 bilar, har heimsins størsti pickup telist ímillum – ein Dodge Power Wagon, ið er faldaður 8 ferðir í stødd.