Gistandi gesturin
Bið tær gisting í góðari tíð
Hav okkurt við til vertin, til dømis ein lítlan urtapott ella eina fløsku. Ein lítil karamella ella annað søtmeti gleðir børn í húsinum.
Hav eitthvørt gott við til borðið – kjøt, fisk, smákøkur..
Rudda upp eftir tær á kamarinum og á baðiverilsinum, áðrenn tú fert út í býin.
Hjálp til við vanligum húsligum arbeiði, so sum at taka av borðinum, vaska upp, dekka borð osv. Í dag er vanligt, at bæði mannfólk og konufólk hjálpa til!
Tak øl, rúsdrekka og bland við. Onnur skulu ikki rinda fyri títt drekkarí.
Lat vertirnir avgera, nær máltíðirnar eru.
Tak ikki onnur fremmand við inn, um tú sjálv ert gestur.
At sleppa at gista er ikki tað sama sum at fáa eitt ballingarstað – ballast úti!
Rudda kamarið, tak seingjarklæðini av og lufta út, tá tú fert avstað aftur.
Rósa vertunum fyri matin, húsið, útsýnið ella okkurt annað, sum er serliga gott.
Tak heldur enn gjarna soviposa/seingjarklæði og handkløð við heimanifrá.
Takka fyri blíðskapin!
Bjóða vertsfólkunum at gista hjá tær eina aðru ferð
--
HJÁÁÁLP!!
Ófólkaligir liggjandi ólavsøkugestir eru ikki vælkomnir. Her eru nøkur ráð til, hvussu tú heldur teimum frá dyrnum:
Gloym at leggja lykilin undir máttuna.
Sig, at tað var deiligt, at tey koma á vitjan, tí tit mangla onkran at ansa børnunum á ólavsøku.
Koyr hvítleyk í allan matin.
Spæl drønfrá jazz ella opera.
Sig, at tit eru blivin vegetarar.
Bið tey taka matpakka við, tí tit ætla tykkum at vitja fólk á ólavsøku.
Sig, at tit kunnu bjóða breyð og salt, um tey taka skerpikjøt við.
Bið tey taka soviposar og liggiundirlag við.
Bjóða teimum at tjalda í garðinum.
--
Tornæmir gestir
Um ófólkaligu gestirnir ikki fata tíni annars fínu hint:
- vesikumman lekur, so her stinkar
- dementa langaomman dámar so sera væl at fara upp í songina hjá gestum á miðjari nátt
- hundurin hevur loppir
- barnið hevur kolikk
- sonurin hevur tørn, so her fær ongin fløska frið
--
Snapsing
Tekur tú ímóti, tá snapsur verður skonktur, skalt tú lyfta glasið eitt sindur, hyggja inn í eyguni á skonkjaranum og skála við einum brosi – onki við at snerkja ella viðmerkja, at tær ikki dámar.
Tað er í lagi at klípa, men bið ongantíð um ein hálvan snaps.
Skonkjarin skal ikki bjóða einum persóni, sum fleiri ferðir hevur takkað nei.
Skonkjarin skal ikki leypa konufólk um. Tað er ein gamal óskikkur, sum summi kiksað mannfólk framvegis halda vera gentlemansligur ...