Fyribils fíggjarætlanin hjá Fuglafjarðar kommunufyri næsta ár javnvigar við 65 mió. krónur, og tað er á leið tað sama sum í ár.
Trý tey seinastu árini hevur kommunan fíggjarliga staðið í stað, men nú gongur framá. Higartil í ár hevur inntøkan verið 6-7 prosent hægri enn metingin.
- Og tríggir teir seinastu mánaðirnar í árinum plaga ikki at vera teir ringastu, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri.
Havnin hevur eisini havt størri inntøkur enn mett.
Fuglafjarðar kommuna skyldar undir eina álíkning, so rúm er fyri at læna nakrar milliónir aftrat.
Kommunan fer at seta pening av til barnagarðin á Kambsdali, so hesin kann lata upp næsta summar. Alt verður tó ikki gjørt liðugt til ta tíð.
Sigurð Simonsen væntar, at kommunan fer at læna tvær-tríggjar milliónir krónur til eina nýggja útstykking.