Levi Mørk, formaður í byggi og býarskiparnarnevndin
-----
Góðar umstøður fyri fjølbroyttum virksemi innan ymiskar vinnur, vísind og list, sum hevur allan heimin sum marknað, er júst tað, sum ger býir úti í heimi til orkumiðdeplar av kreativiteti, innovatión og framleiðsluhuga, sum draga fleiri fólk, vitan og pengar til sín. Tí skal rúm gerast fyri slíkum virksemi í Havn.
Á Skálatrøð skal gerast rúm fyri einum nýggjum Tjóðarpalli, sum føroyingar kunnu vera ernir av, meðan eldri bygningar í enn størri mun kunnu brúkast t.d. til ‘granskarapark’, ráðstevnuhøli, konserthøli, dansistøð, gallaríir, caféir og kreativir verkstaðir, har íverksetarar, vinnulívsfólk, vísindafólk, listafólk, designarar, lýsingarfólk og onnur kunnu arbeiða, so Havnin gerst aktivur partur av nýggja altjóðagjørda vitanarsamfelagnum, ið dregur føroyskar útisetar, granskarar, lesandi, fakfólk og vitjandi annars til landi. Tað er júst slíkt fjølbroytt virksemi, sum kann gera bý okkara spennandi.
Umstøður mugu skapast, sum fáa ung fólk, barnafamiljur og kreativ, sjónleikarar, uppfinnsom fólk til at ynskja at búgva og arbeiða í Havn. Hugnalig miðbýarkend, bústaðarumhvørvi, sum liggja tætt at spennandi arbeiðsplássum, kundu drigið virðisskapandi fólk til landið, og fingið tey, sum eru her, til at støðast og ikki rýma úr Føroyum. Økt virksemi hevði eisini drigið fleiri vitjandi uttanífrá, sum keypa í handlunum og brúka tænasturnar í býnum og harvið leggja pengar eftir seg.
Núverandi umstøður og fíggjarkor hjá sjónleikarum í Føroyum eru sera ótíðarhóskandi og ringar. Býráði hevur kunngjørt, at tað vil lata Tjóðpallinum eitt grundøki at byggja nýggjan Tjóðpall niðri á Skálatrøð.
Vit mugu sum høvðusstaðar kommuna leggja trýst á landsis mynduleikar, fyri at gongd kemur á málið aftur, við at byggja ein nýggjan Tjóðarpall niðri á Skálatrøð.
Nú má okkurt henda á hesum øki í Havn. Býráðið má taka seg um reiggj og vísa, hvussu væl tað dugir at fáa hesi atlit til at ganga upp í eina hægri eind, so alt stuðlar uppundir hvørt annað.
Hetta fari eg at arbeiða fyri, verið eg valdur eitt býráðsskeið aftrat.