Umleið 200.000 fólk eru farin úr kinesiska stórbýnum Shanghai, nú melduródnin Haikui er á veg ímóti býnum. Kinesisku veðurmenninir hava sagt, at Haikui kann gerast tann ringasta ódnin síðani 2005. Hon kemur inn yvir land í kvøld ella í nátt.
Myndugleikarnir í Shanghai hava flutt umleið 200.000 fólk úr býnum, og aðrastaðni hava lokalir myndugleikar givið 130.000 fólkum boð um at fara frá húsum, áðrenn ódnin kemur.
-Shanghai hevur yvirlivað nógvar melduródnir tey seinastu tíggju árini, men Haikui er helst tann fyrsta veruliga avbjóðingin síðani 2005, sigur Shen Jun, varaborgarstjóri, við blaðið Shanghai Daily.
Øll byggifeløg í Shanghai hava fingið boð um at steðga øllum arbeiði uttandura, og minst 250 skip og bátar hava fingið boð um at koma til lands.