Í amerikanska statinum Pennsylvania hava myndugleikarnir ávarað fólk um, at vandi er fyri, at áin Susquehanna er upp um áarbakkarnar, og at tað fer at leggja stór øki undir vatn í kvøld. Fólk hava tikið ávaringina í álvara, tí sambært fjølmiðlunum eru umleið 100.000 fólk rýmd frá húsi og heimi.
Myndugleikarnir siga, at nakrar tímar í kvøld verður vatnstøðan í ánni meiri enn 12 metrar oman fyri tað vanliga.
Tom Leighton, sum er borgarstjóri í býnum Wilkes-Barre, hevur mælt fólki til at taka klæðir, mat og heilivág við sær, tá tey fara heiman, tí sambært tilbúgvingarmyndugleikunum sleppa fólk neyvan aftur til hús fyrr enn um tríggjar dagar.