Rómarabrøv í Mentamálaráðnum

Listaframsýning hjá Rannvá Holm Mortensen við heitinum »Rómarabrøv mai 2010« letur upp í Mentamálaráðnum hósdagin 9. september 2010, kl. 15.00-17.00

Talan er um eina fjølbroytta og forvitnisliga framsýning hjá listakvinnuni Rannvá Holm Mortensen, ið er ættað av Tvøroyri. Hon hevur arbeitt við list síðan 1997, og hevur havt nógvar framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands. Rannvá Holm Mortensen hevur fingið íblástur til hesa listaframsýning í sambandi við at hon var í Rom í mai í ár, har hon arbeiddi í Skandinaviska húsinum í ein mánaða.

Meðan Rannvá Holm Mortensen var í Rom gjørdi hon 16 brotamyndir, og verða hesar syndar fram í Mentamálaráðnum saman við øðrum verkum, ið hon hevur gjørt í Føroyum. Framsýningin fevnir um 3 stórar málningar og mixed-media myndir. Síðst nevndu myndir eru samansettar av ymiskum tilfari, eitt nú gips, træ, leir v.m.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, bjóðar vælkomin, tá framsýningin letur upp, og verður klavertónleikur við Oluf Dam at hoyra. Framsýningin er opin fram til jóla í vanligari arbeiðstíð hjá Mentamálaráðnum. - Øll eru vælkomin, heilsa tey úr Mentamálaráðnum.