Úr maskinrúminum aftur á skúlabonkin

Nú verður táttað í við at geva undantaksloyvi til at vera meistarar við føroyskum fiskiskipum. ístaðin verður arbeitt við at snikka eina útbúgving til, so at teir kunnu fáa pappírini í lagi

Skúlatilboð

Nú verður tað ikki so lætt longur at fáa undantaksloyvi til at vera meistarar við føroyskum fiskiskipum.
Tað eru nógv fiskiskip, har meistararnir sigla við undantaksloyvi, tí at teir hava ikki pappírini í lagi.
Tað eru serliga partrolararnir og einstakir línubátar, sum hava meistarar, sum ikki hava neyðugu pappírini til at passa so stórar motorar.
Veruleikin er, at ofta eru tað motorpassarar og menn við øðrum maskinútbúgvingum, sum eru meistarar við hesum skipunum. Fyri at teir hava kunnað siglt sum meistarar, hevur tað verið neyðugt, at teir hava teir so fingið undantaksloyvi og tað plagdu teir at fáa.
Men í hvørjum einstøkum førum skal grundgevast fyri, hví tað er neyðugt við undantaksloyvi og samstundis skal viðmæli fylgja við sum vísir, hví viðkomandi er førur fyri at røkjaa starvið.
Motorpassarar kunnu passa motorar upp til 750 kilowatt, men nú hava allarflestu skip størri motor enn tað og so krevst, at maskinmeistaraútbúgving fyri at vera umborð.
Óla Hans Hammer Olsen sigur, at tað er rættiliga nógv skip, har meistararnir sigla við undantaksloyv og í nógvum førum er talan um menn, sum hava siglt í nógv ár.

Nógv meiri pappír at fylla út.
Higartil hevur skipanin verið so, at undantaksloyvi eru givin upp til eitt hálvt ár ísenn.
Men nakað síðani var hendan mannagongd kærd fyri Sjóvinnufyrisitingini og hon hevur givið boð um, at vit skulu halda uppat at geva standandi undantaksloyvi, sigur Óla Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum.
Frá á nýggjárinum verður sostatt tann skipanin galdandi, at tá skulu undantaksloyvi fáast til vega fyri hvønn einstakan túr sær.
Hann ásannar, at hetta fer at krevja nógva umsiting við sær, bæði hjá Skipaeftirlitinum, reiðarum og øllum øðrum, sum hava við hesi viðurskifti at gera.
 Men eru ikki skikkaðir meistarar, mugu vit geva undantaksloyvi, tí skipini kunnu ikki liggja av hesi orsøk.

Vilja ikki sleppa upp á fjall
Stjórin á Skipaeftirlitinum sigur, at tað er kortini ikki ætlanin at sleppa teimum upp á fjall, sum nú noyðast at sigla við undantaksloyvi.
Tí verður nú arbeitt við at snikka eina útbúgving til, so at teir kunnu fáa pappírini ílagi.
Talan verður um eitt útbúgingartilboð, sum verður lagað til ta serligu støðu, teir hava. Talan verður um eitt slag av maskinistútbúgving.
Eitt nú kann talan verða um at lata tíðina, teir hava siglt, telja sum starvsvenjing fyri at at stytta útbúgvingina.
Men nær hendan útbúgvingin verður sett í verk og hvussu hon verður skipað, veit Óla Hans Hammer Olsen, ikki.
Annars er málið eisini reist á Løgtingi, har Heidi Petersen, løgtingslimur fyri tjóðveldisflokkin, hevur spurt landsstýrið, hvat ætlaniner at gera fyri at fáa skil á viðurskiftunum og fyri at tryggja, at skip ikki verða løgd, tí tey ikki fáa skikkaðar maskinmenn.
Eitt nú fregnast hon eftir, um ætlanin er at gera eina útbúgving, so at teir, sum nú sigla við undantaksloyvi, kunnu fáa pappírini ílagi.
 Trupuleikin er, at menn við maskinmeistaraútbúgving ikki støðast umborð á heimaflotanum, kanska tí at størsti parturin av arbeiðnum er at fáast við fisk, og ikki við tað sum teir eru útbúnir til.
 Tí eru tað mangan bilmekanikarar, smiðir og motorpassarar, ið sigla eru meistarar við føroyskum fiskiskipum við undantaksloyvi, onkur í samfull 25 ár, sigur Heidi Petersen.