Rúmdarfelagsskapur søkir kvinnur og fólk ið bera brek til rúmdarstarv

Tað eru yvir tíggju ár síðani, at ESA seinast søkti eftir rúmdarfólki, astronautum. Tey heita nú á kvinnur og fólk, ið bera brek, um at søkja

 

Evropiski Rúmdarfelagsskapurin ESA søkir fyri fyrstu ferð í 10 ár eftir fólki til leys størv sum astronautar á komandi rúmdarferðum.

Tey søkja millum fýra og seks astronautar til at kom í eitt fast astronautalið, sigur Jan Woerner, sum er stóri í ESA, í einum virturellum tíðindafundi.

Hann heitir serliga á kvinnur um atsøkja.

– Ymiskleiki er ikki ein byrða hjá okkum. Tað er ein styrki. Vit vilja serliga heita á kvinnur um at søkja, tí tað er ógvuliga áhugavert og gevandi at hava fólk við ymsum bakgrundum, sigur hann.

Harumframt søkir ESA fyri fyrstu ferð eftir møguligum astronautum við kropsligum brekum.

– Vit søkja ein persón, sum er psykiskt og kognitivt, tekniskt og professiónelt til reiðar at vera astronautur, men sum hevur ymsar fysiskar avmarkingar, sum vanliga høvdu froða teimum í at verið stronautar, sigur David Parker, sum er stjóri fyri manna- og robotgransking hjá ESA.

Hann leggur dent á, at ESA heldur, at visuel umboðan hevur týdning, og at ESA fer at royna at lyfta sína ábyrgd við ymisleika.

Umsøkjarafreistin er frá 31. mars til 28 mai.

/ritzau/