Síðani 1898 er rúmdarsteinurin Eros farin fram við jørðini nakrar ferðir, og tað ger hann aftur í dag. Tað er tó eingin vandi á ferð, tí steinurin er 26,8 milliónir kilometrar frá jørðini, nú hann fer framvið.
Tíðarritið Sky & Telescope skrivar, at Eros 433, sum rúmdarsteinurin eitur, er 30 kilometrar til longdar og 13 kilometrar breiður. Eros er sostatt ikki nakar smásteinur, men tann næststørsti rúmdarsteinurin, sum fer fram við jørðini við jøvnum millumbili. Seinast var í 1975, og vísindafólkini siga, at hann kemur aftur hendan vegin í 2056.
Í veruleikanum er Eros í ringrás um gongustjørnuna Mars, men vísindafólk siga, at tað er ikki óhugsandi, at hann fer at renna á jørðina um tvær milliónir ár.
Hesa myndina av Eros tók eitt amerikanskt rúmdarfar fyri 11 árum síðani.