Rúmdarsteinur norðanfyri Føroyar

Náttina til mikudagin vóru manningar á skipum, tyrlu og fólk frá landi eygnavitni til eitt sjáldsamt bjart ljós við nógvari ferð á luftini norðanfyri Føroyar

Bæði MRRC-sjóbjargingarstøðin og løgreglustøðin fingu fráboðanir um sjáldsama tilburðin frá skipum, tyrlu og fólki á landi úr Norðoyggjum, Eysturoynni, Havnini og av Sandi.
- Náttin gjørdist eina løtu til dag, og ljósið var sera bjart, áðrenn stóra logandi eldkúlan fór í havið. Kjarnin á kúluni var heilt hvítur, meðan stórir logar vóru kring kúluna. Talan var um ein ógvuliga flotta og stórsligna sjón, men einu løtu óttaðust vit, at ljósið fór at koma ov nær, greiðir tyrluflogskiparin Hans Erik Jakobsen frá, sum undir náttarvenjing var eygnavitni til sjáldsama tilburðin. Hans Erik dugir ikki at meta um frástøðuna til logandi kúluna.
Av MRCC-sjóbjargingarstøðini verður sagt frá, at ein norskur nótabátur var eisini eygnavitni til tilburðin, sum lá um 200 kilometrar í ein landnyrðing úr Føroyum

Rúmdarsteinur
Pól Jespersen hevur undirvíst á Føroya Studentaskúla í Tórshavn og skrivað lærubøkur um m.a. slík evni, og hann metir, at talan hevur verið um ein rúmdarstein. Hann greiðir frá, at nógvir slíkir eru á veg móti jørðini, men teir plaga at brenna upp og gerast til dust, áðrenn teir lenda á jørðini. Jørðin tyngist hvørt ár fleiri túsund tons av tilfari úr rúmdini, men tá tilfarið rakar jørðina, er tað vanliga vorðið til dust og ikki sjónligar steinar.
- Men av og á eru sjáldsom undantøk, tá steinarnir yvirliva á ferðini móti jørðini og ikki brenna upp, og tilburðurin í nátt er møguliga eitt av hesum undantøkum, sigur Pól Jespersen. Føroysku myndugleikarnir hava ongantíð skrásett ein rúmdarstein her á landi, men úti í heimi eru fleiri kilometra stór og sera djúp hol orsakað av líknandi tilburðum.