Rýmdi fangin: Hetta er hann dømdur fyri

– Stuldur við vápni er brotsverkið hjá rýmda fanganum

Maðurin, sum í gjárkvøldið slapp sær til rýmingar úr varðhaldinum í Mjørkadali, er komin til Føroya í einari roynd at vita, hvussu tað riggar.

 

Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. 

 

Maðurin er annars dømdur fyri vápnaðan stuldur í Danmark, og hevur sitið ein part av dóminum í donskum fongsli. 

 

 

Men í eini roynd at vita, um maðurin kann sita restina av dóminum í Føroyum, er hann sendur heim til varðhaldið í Mjørkadali og skuldi eftir ætlan sita har í tríggjar til fýra mánaðir, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

 

Spurdur um hann er vandamikil sigur vakthavandi, at tað sjálvandi ikki ber til at siga fyri vissu, men løgreglan metur, at hann neyvan er til skaða fyri fólk. 

 

– Hann hevur ikki víst nakran harðligan atburð í varðhaldinum, so vit hava ikki orsøk til at halda, at hann er vandamikil, sigur vakthavandi, sum tó vísir á, at maðurin situr inni fyri vápnaðan stuldur.