Rýmdi undan løgregluni og rendi inn í handil

Í Oslo royndi ferðsluløgreglan tíðliga í morgun at steðga einum bili, men bilførarin tók til rýmingar, og løgreglan helt aftaná, skrivar Aftenposten.

- Ferðin varð sett upp, og so góvust vit at elta bilin. Tá vit funnu bilin aftur, stóð hann inni í hesum handlinum. Tveir menn vóru í billinum, og vit fóru at veita fyrstuhjálp. Teir eru farnir á sjúkrahús og eru eftir øllum at døma slopnir við minni álvarsligum skaða.

Bilurin, ein BMW 320d stationvognur, breyt seg gjøgnum bæði eitt fersluljós og eitt lýsingarskelti, áðrenn hann bókstavilliga rendi inn í handlin á vegamótinum Grønlandsleiret-Nordbygata, har hann varð standandi.

Tveir metra langa rørið á ferðsluljósinum reyk gjøgnum luftina og inn gjøgnum eitt vindeyga á aðru hædd, sigur Tore Barstad, innsatsleiðari hjá løgregluni í Oslo.

Ein koyriskúli eigur soraða bilin, og løgreglan heldur, hann er stolin. Bilførarin varð hildlin at koyra ávirkaður.

(Mynd: HANS O. TORGERSEN)