Teir fýra klintrararnir, Absalon Eysturoy, Jack Grinsted, Dave McKinney og Jason Blair, sum í hesum døgum royna at leggja eina nýggja leið upp á Trøllkonufingur, eru nú komnir aftur á land. Ætlanin var annars, at klintrararnir skuldu sova í flytibólum, ið skuldu festast í bergið.
Á facebook-síðuni hjá verkætlanini verður greitt frá,at teir vóru byrjaðir upp á arbeiðið, tá veðrið versnaði so mikið nógv, at teir avgjørdu at fara av fingrinum aftur.
Við hjálp frá einum lokalum klintrara, ið var komin við báti fyri at hyggja hvussu gekst, sluppu teir fýra menninir aftur á land, har teir nú bíða eftir betri veðrið.
Høvuðsendamálið við túrinum er at leggja eina nýggja upp á Trøllkonufingur - ein leið, ið aldrin er roynd áður.