Tíðindaskriv
Talan er um eina almenna ráðstevnu, og ætlanin er at koma á tal við politikarar og arbeiðsgevarar.
- Ásannast má, at vit í Føroyum, ikki eru komin eins langt og grannalond okkara, tá talan er um rúmliga arbeiðsmarknaðin. Hetta er orsøkin til, at vit hava valt at kasta ljós á hetta økið, sigur Sjálvsognarstovnurin ALV í tíðindaskrivi.
Endamálið við stevnuni er at vísa politikarum á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri arbeiðstarnað fólk at hava eitt arbeiði, og hvussu neyðugt tað er, at politikarar áhaldandi tryggja góð og haldbar viðurskifti fyri teimum, ið hava skerdan arbeiðsførleika.
- Lat tað verða sagt, at tað er at fegnast um, at arbeiðstarnað fólk í Føroyum móttaka almannaveiting. Men harafturímóti er tað ikki at fegnast um, at samfelagið ikki er komið longur enn so, at vit enn ikki hava ein sosialpolitikk, sum tekur støðu til arbeiðsstøðuna hjá teimum arbeiðstarnaðu í Føroyum. Stórur partur av teimum arbeiðstarnaðu fólkunum móttaka óvirkin eina veiting, sjálvt um tey heldur enn fegin ynskja at fáa eitt arbeiði, sigur ALV.
Við ráðstevnuni vilja tey somuleiðis vísa føroysku arbeiðsgevarum á, bæði privatum sum almennum, hvussu stóran týdning tað hevur fyri samfelagið, at teirra leiklutur er neyðugur, fyri at fólk við skerdum arbeiðsførleika kunnu fáa/hava eitt arbeiði. Tað hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at arbeiðsgevarar tora at lata hurðar upp fyri fólki við skerdum arbeiðsførleika, og harvið tilogna sær royndir í tí, tey kunna skapa av sær í vinnuni.
Málbólkurin hjá ALV eru fólk, ið eru arbeiðstarnað av sjúku ella breki. T. v. s. ikki um fólk, ið eru menningartarnað, men um fólk, ið eitt nú eru rørslutarnaði ella sinnisveik.