Tá Marstin and the Revelators kom á pallin var bølaetandi myrkt, áðrenn ljós kom á trummuspælaran, sum slapp at buka eina løtu áðrenn Martin sjálvur kom í fokus, sum tann sera karismatiski frontmaðurin, hann er.
Hetta gjørdu teir eisini í fjør, men so kanska teir kundu funnið upp á okkurt annað næstu ferð, hóast tað var eins stuttligt at uppliva hesaferð.
Fyrsta lagið, opinberararnir komu við minnast vit aftur frá festivalinum í fjør, har hann syngur um eplið, sum hevur okkurt við syndina og eina tertu at gera, tí onkur ikki leggur í frukt.
Men at teksturin ikki er so lættur at skilja, er ikki so ringt at skilja, tí hóast tónleikurin er eitt slag av tónleiki, ið er rættiliga sermerktur og serstakliga undirhaldandi, tá mann bæði spælir valstakt og meira skríggjar enn syngur, so rópar og tuskar Marstin í Grund so nógv á pallinum, at hann er torførur at skilja.
Enskur rokkur
Generelt er tónleikurin rættiliga lættur og er eitt slag av enskum rokki. Samstundis sum Martin í Grund á onkran hátt minnir um Pætur Zachariasen. Kanska er tað okkurt í vatninum í Syðrugøtu, sum ger fólk eitt sindur meiri karismatisk enn aðrastaðni í landinum.
Samanumtikið kann staðfestast, at bólkurin fekk eitt betri pláss á skránni í ár enn í fjør, tí niðara hæddin var full av fólki, ið vildu uppliva gøtumannin og hansara fleirtjóða bólk á pallinum.
Hinvegin er ilt at siga, um tað vóru so nógv fólk fleiri, samanborið við aðrar konsertir á festivalinum, tí ovara hæddin var stongd av.
Marstin and the Revelators endaðu við at fáa alla fjøldina í høllini at semjast um at fara ímóti streyminum við at syngja la la la á ein ávísan hátt.