Jóannes Eidesgaard
Hugsa bara um seinastu grein tína, har tú so sáttarsemjanndi í byrjanani leggur fyri við at siga við meg, at nú mugu vit tosa saman sum virðiligir menn fyri síðan í endanum í somu grein at leggja meg undir bæði líkt og ólikt alt frá landasviki til undanstøkking, tó uttan at brúka tey røttu heitini. Hetta eitur á einum fínum orði "manipulatión".
Og hvat persónligum álopum viðvíkur, so gongur ikki dagur frá Gudi, at Jóannes Eidesgaard ikki fær eitt persónligt álop og bakbit fyri og annað eftir av teimum, sum sita við "Gamaliels" føtur,
Nú ríður sjálvt tú lágt, Høgni Hoydal. Tú byrjaði við reistari pannu og stoltum málum, men nú er alt vent á høvdið. Frá vøkrum formuleringum um politiskt frælsi, so liggur tú nú mitt í politiska dunnuhylinum og blakar við runu.
Tú veitst fullvæl, hvar tú hevur meg, og hvar tú hevur Føroya Javnaðarflokk í ríkisrættarliga spurninginum. Men tá tú ikki kann brúka hetta til egnan fyrimuns, so leggur tú mær og flokkinum onnur motivir til. Hetta er ótrúliga lágt og lítið virðiligt fyri ein mann, sum hevur sett sær sum mál at leiða tjóðina gjøgnum loysingina. Hetta er manipulatión og villeiðing í stórum stíli.
Tað kann bert takast sum prógv um, at umframt navnframar fólkafloksmenn, so hevur sjálvt tú nú eftir øllum at døma eisini mist trúnna, og so er um at gera at fáa onkran heilt annan at standa við skuldini.
Nei, Høgni Hoydal. Tak støðuna sum ein maður. Lat vera við at renna til ymiskar serfrøðingar í sjálvfylgiligheitum bert fyri at snara tosið inn á nakað heilt annað. Tú hevur møguleikan fyri tínum fullveldi, men opinbart torir tú ikki at taka av teimum treytum, sum fylgja við. Tað er sum so eisini ein erlig søk, men so kundi tú farið út og sagt tað, heldur enn at leggja meg undir landsskaðiligt virksemi.
Fyri okkum at síggja er burðurin fullgingin, men tit tora ikki á soppin. Men hvørki eg ella Javnaðarflokkurin eigur barnið, so standið nú við tykkara gerðir.
Góði Høgni Hoydal. Javnaðarflokkurin hevur sítt boð. Tað er eitt boð, sum tú ikki tekur undir við, men tað gerst ikki við og er eisini í lagi, tí vit kunna heldur ikki góðtaka títt boð um eina loysing. Hetta eru vanligar treytir í politikki, og tær mugu vit liva við.
Tú hevur nú tína royndartíð til at vísa, um tað, sum vit heldur skemtandi hava kallað tykkara sandkassaprojekt, ber boð í bý ella ei. Gongur tað, so veitst tú uttan at ivast, hvør ið skal hava heiðurin, men gongur tað ikki, so tak tá eisini ábyrgdina, heldur enn at turka alt av uppá mín persón ella uppá Javnaðarflokkin.
Verður boð eftir Javnaðarflokkinum og okkara uppskoti til eina sjálvstýrislóg, so eru vit til dystin fús, men fyribils eiga tú og samgongan næsta leik.
Tað áhugaverda við øllum teimum trupulleikum, sum tú og Tjóðveldisflokkurin eru so upptiknir av ? okkara identiteti, okkara máli, okkara tjóðarstatus og okkara møguleikum á altjóða leikpallinum - ja, har hava vit eisini loysnirnar. Okkara uppskot um eina sjálvstýrisalóg gevur okkum svarini, vit hava brúk fyri.
"Keine hexerei, nur behendigkeit."