Rúna Seyer Eliassen forkvinna í Havnar Tennisfelag

– Eg eri spent at fara til arbeiðis í nýggja sessinum og at hjálpa til at halda ta góðu gongdina, sigur nýggja forkvinnan

 

Á aðalfundi í Havnar Tennisfelag 22. februar takkaði Julian Johansen, formaður felagsins, fyri seg og tók seg úr nevndini.

Rúna Seyer Eliassen varð vald í nevndina, umframt at Steinar Patursson og René Karbech Rasmussen vórðu valdir sum tiltaks- og eykalimir.

Pætur Marjunarsson Dahl stóð fyri vali og varð afturvaldur, meðan Jón Brekku ikki stóð fyri vali og heldur tí fram í nevndini.

Nevndin hevur nú skipað seg, og semja var um, at tíðin var komin til kvinnuliga leiðslu í felagnum. Rúna Seyer Eliassen varð tí vald sum forkvinna, og nevndin er farin beint til arbeiðis við nýggjum málssetningum, samstundis sum arbeitt verður við teimum málunum, ið vóru frammanundan.

– Eg eri spent at fara til arbeiðis í nýggja sessinum og at hjálpa til at halda ta góðu gongdina, ið Havnar tennisfelag hevur havt seinasta árið. Alsamt fleiri og nýggj fólk síggjast á tennisvøllinum, og tað er eitt sera gott útgangsstøði til at lyfta føroysku tennisítróttina upp á eitt hægri støði, sigur Rúna Seyer Eliassen.

Nógv er hent á tennisvøllinum seinastu tíðina, og umframt nýggja undirlagið eru nú eisini settar upp ljósmastrar kring vøllin. Betraðu vallar- og ljósviðurskiftini merkja, at tennisárið er munandi longt í báðum endum. Nýggja nevndin arbeiðir víðari við ætlanunum at fáa felagshøli við vøllin, og væntandi verður sjøtul settur á praktiska arbeiðið í vár.

Nýggju umstøðurnar merkjast eisini á limatalinum hjá Havnar Tennisfelag, ið er nógv økt seinasta árið. Haldast skal fast í góðu gongdini, enn fleiri limir skulu leggjast aftrat, og nevndin er farin at fyrireika komandi kappingar- og venjingarár, sum fer av bakkastokki á páskum.