Fríggjadagin 24. september tók Rúna Sivertsen sæti á løgtingi fyri Jákup Mikkelsen, sum er á ST-aðalfundi í New York.
Hetta er fyrstu ferð, hon tekur sæti á tingi í hesum valskeiðinum, og verður hon við til 1. viðgerð av fíggjarlógini.
Rúna hevði fast sæti á tingi frá 1996 - 2002, og hevur síðani tá verið varafólk hjá fólkaflokkinum í Norðoyggjum.