Rúnar Reistrup, lesur informatiónsvidenskab á Århus Universitet

Útbúgvingin stuttum snýr seg um sambandið millum menniskju og tøkni, serliga millum menniskju og informatiónstøkni.
Fyrsta árið lærir tú við einum oyra um kommunikatión og informatión heilt niðri frá filosofiska nullstøðinum, og við hinum oyranum um programmering. Næsta árið tekst tú mest við organisatiónsgreining, og triðja árið kemur tú til so sakina, nevniliga sjálvt sambandið millum menniskju og tøkni. Tú lærir at sniðgeva tøknini soleiðis at hon hóskar til menniskjuni, ið skulu brúka hana, og tú lærir alt sum er vert at vita um "usability", sum føroyskt umsett má eita brúkssemi.

Teldan sum miðil
Tá tey fyrstu trý árini er yvirstaðin, og bachelorprógvið er í hondini, ert tú rættiliga væl fyri at fara út í tann veruliga heimin at seta ein menniskjaligan dám á tøknina. Men sum við øllum øðrum útbúgvingum er tað eisini best at fara víðari á tvey ára langu kandidatútbúgvingina, tá tú lesur Informatiónsvísindi.
Tá tú kemur so langt, hevur tú uppbygt tær eitt fakligt grundstøðið, og so er tíð at ganga egnar vegir. Her eru nærum óavmarkaðir møguleikar, tí tú kanst fara útum Informatiónsvísind at leita tær lærugreinir.
Sjálvur havi eg valt at taka tað fyrra árið av kanditatútbúgvingini á einum italienskum universiteti, sum er sera framkomið innan kommunikatión og miðlavísind, og her eri eg í løtuni ígongd við at gera meg klókari upp á hvørjar eginleikar "heimateldan" í sær sjálvum hevur sum miðil, og hvussu informatiónstøknin gevur nýggjar møguleikar og setir nýggj krøv til gomlu vælkendu miðlarnar.

Meira fæst at vita um Informatiónsvísind og systurútbúgvingina Miðlavísind á Aarhus Universitet á vevsíðuni hjá Institut for Informations- og Medievidenskab á www.imv.au.dk