Nógv børn hvørva í Afghanistan, og fleiri teirra koma ongantíð afturíaftur. Men nøkur verða bjargað, og í gjár kunngjørdi løgreglan, at hon hevur bjargað næstan 50 børnum, sum ránsmenn høvdu tikið og burturflutt, og sum teir ætlaðu at selja av landinum.
Barnahjálpargrunnurin hjá ST, UNICEF, sigur, at talan er um skipað barnarán, og grunnurin ber ótta fyri, at børnini verða seld til skøkjuhús í øðrum londum, meðan onnur fara til lond, har tey verða sett at arbeiða.
Tað er sewrliga í landspartinum Badakhstan, at nógv børn eru horvin, men løgreglan sigur seg eisini hava frætt um fleiri burturflytingar har suðuri í landinum. UNICEF hevur biðið afghansku stjórnina verja børnini, og ES hevur játtað stjórnini meiri pengar til at styrkja løgregluna.
Viðurskiftini í Afghanistan eru sera trupul, tí teir sokallaðu krígsharrarnir, sum hjálptu amerikanarunum at reka Taliban frá, sleppa nú at gera, sum teimum lystir, skrivar NTB. Mannarætindafelagsskapurin Human Rights Watch finst at amerikonsku stjórnini, tí hon letur krígsharrunum bæði pengar og vápn.