Jane Tanner hevur sagt, at hon sá ein mann við einum barni í Praia da Luz um kvøldið tann 3. mai í fjør. Nú hevur ein teknari hjá FBI teknað ein mann eftir tí, sum Jane Tanner hevur sagt um hann.
-Vit vilja hava at vita, um nakar kennir hann, og tí er tekningin almannakunngjørd, sigur talsmaðurin hjá McCann-hjúnunum, Clarence Mitchell.