Í hesum døgum eru hjúnini Tressa og Peter Hansen úr New Zealandi á vitjan í Føroyum.
Abbi Petur var Peter Jacob Hansen, f. 1891, sonur tann sokallaða Glyvrasnikkaran við sama navni. Hann bygdi Heinesens hús við Tinghúsvegin.
Yngri Peter Jacob fór av landinum sum ungur maður og endaði í New Zealandi, har hann giftist. Hann doyði í 1966. Men í 1995 varð urnan við øsku hansara jarðað í gamla kirkjugarði í Havn undir liðini á fastur síni. Greitt er frá hansara søgu í røðini Hendur ið Sleptu tann 5. november 2010.
Tað er abbasonur Peter Jacob, sum nú er komin til Føroya at vitja sína ætt. Hann eigur ein hóp av fermenningum, sum hava tikið væl ímóti teimum báðum.
Høvið varð sjálvandi nýtt at vitja grøvina hjá abbanum og øðrum í ættini.