Rúni Seloy hevur roynt seg á European Youth Olympics Trials á á tí kenda Luzniki Sport City í Moskva.
Úrslitið hjá Rúna Seloy í Moskva má sigast at verða stak heiðurligt! Rúni og 35 aðrar rennarar vórðu býttur undur í tveir riðlar, so at heilir 18 dreingir runnu 1.000 m samstundis. Báðir riðlarnir vóru sera javnir, og tá serliga hin seinni, har Rúni var við. Bert sjey sekund vóru millum 14 teir fremstu í einum tøttum felti, tað sum summir rennarar nevna at verða í einum sonnum ?grindaróðri?.
Tíðin hjá Rúna Seloy fyri teir 1.000 metrarnar gjørdist 2.32.86 min ? bert 3 sekund frá einum finaluplássi. Heimasíðan www.renn.fo við Halli Holm skrivar, at lítið er at ivast í, at Rúni við optimalari fyrireiking hevði havt sera góðan møguleika at komið í finaluna, og eisini hevði kunnað blandað seg í absolutta evropeiska toppin. Men tíverri hava knæskaðar darvað venjingini hjá honum bæði í vetur og vár.
Hesuferð gjørdist Rúni so samanlagt nr. 20 av teimum 36 rennarunum, men bara tveir av teimum 20 eru javngamlir við Rúna. Hinir eru allir eitt ár eldri enn Rúni.
Rúni Seloy verður aftur í Føroyum í annaðkvøld.