Rúni Jacobsen, sum í januar flutti til Keypmannahavnar at lesa, kom undir oyggjaleikakravið í síni fyrstu kapping fyri danska felagið, skrivar Hvirlan.
Tá Rúni Jacobsen flutti til Danmarkar var fyrsta stóra valið hvat felag hann skuldi venja við í Danmark. Her fall valið á sterkasta felag í Danmark, Sparta. Hann er fallin væl til og venur í einum bólki har fleiri eru javnt sterkir.
Fyrsta kappingin í ár var í Ballerup, har felagið Ballerup Atletik og Motion helt sín føðingardag við eini kapping. Føroyski sprintarin var í triðja og vantandi skjótasta innleiðandi riðlinum. Her rann hann teir 100 metrarnar upp á 11,41 sekund, sum rakk til eitt pláss í finaluni.
Í finaluni rann hann teinin upp á 11,30 sekund, ið er neyvt tað sama sum hansara persónliga met frá DMU í fjør. Tað rakk til eitt deilt triðjapláss í kappingini.
At byrja kappingarárið við at tangera metið frá árinum fyri, er sera gott, tí vanliga gongur skjótari sum ári líður og beinini venja seg við høgu ferðina eftir langan harðan vetur, skrivar Hvirlan.