Rúni Djurhuus: Ein fantastisk uppliving

(Ljóðsamrøða) Hoyr Rúna Djurhuus, sum var til Europa League finaluna í Stokkhólmi greiða frá

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Rúna Djurhuus, sum saman við Sigmundi Mikkelsen upplivdi at síggja yndisliðið hjá sær, Manchester United vinna Europa League á fyrsta sinni aftaná ein 2-0 sigur á Ajax Amsterdam.

 

Rúni Djurhuus greiðir frá, at stemningurin á Friends leikvøllinum í Stokkhólmi var framúr, ikki minst Ajax-fjeppararnir vóru framúrskarandi.

 

Rúni Djurhuus fegnast eisini um, at Paul Pogba traðkaði í karakter og prógvaði sítt virðið. Hóast eina 2-0 leiðslu rættiliga tíðliga í dystinum kendi Rúni Djurhuus seg ikki sigursvísan fyrrenn dómarin bríkslaði á seinasta sinni.