Verjuleikarin, Rúni Elttør, og KÍ hava valt siga samstarvið upp. Partarnir eru komnir ásamt um at strika sáttmálan. Rúni Elttør beit seg av álvara fast á KÍ-liðið í fjør, og hann var eisini við á ferðini hjá landsliðnum í Malaga í februar.
Í ár hevur Rúni havt torført við at vinna sær fast pláss á KÍ-liðnum, og sum skilst, so er tað høvuðsorsøkin, at partarnir hava endað samstarvið. Spurdur um hann hevur fingið fyrispurning frá nøkrum felagi, svarar Rúni, at okkurt felag hevur forhoyrt seg, men enn er einki ítøkiligt komið burturúr.
?Tað er ov stutt fráliðið, at eg kann siga nakað ítøkiligt, og framvegis umhugsi eg støðuna, sigur Rúni Elttør í stuttari viðmerking.
Rúni sigur at enda, at hann framvegis ætlar sær at spæla 1.deildarfótbólt, og næstu vikurnar fer hann at avgera, hvat fyri felag hann fer at umboða