Rúni er norskur steypavinnari

Saman við BK Tromsø var Rúni Weihe um vikuskiftið við til at vinna norsku steypafinaluna í flogbólti

Flogbóltur

Fyri føroyskan flogbólt var leygardagurin ein av teimum heilt søguligu døgunum.
Tá eydnaðist tað nevnliga føroyska flogbóltsútisetanum, Rúna Weihe, og liðfeløgum hansara í Tromsø at vinna norsku steypafinaluna. Hetta hendi, eftir at teir í einum spennandi og skiftandi dysti vunnu 3-2 á
Hetta var sjeyndu ferð, at Tromsø vann norsku steypafinaluna, og tað merkir, at teir nú saman við tveimum øðrum feløgum hava norskt met í steypakappingini.

Kanska greipa
Tromsø vann annars tey bæði fyrstu settini, og tað tóktist als ikki, sum skuldi liðið hava nakrar sum helst trupulleikar av mótstøðuni úr Kristianssund.
Sjálvur Helt Rúni Weihe fyri, at spælið hjá teimum gekk sera væl tey bæði fyrstu settini, men at teir onkursvegna tóku sær av løttum, tá hesi bæði vórðu vunnin.
Kristianssun slapp tí aftur upp í part, og fram til helvtina av avgerandi javnbrótaranum var ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um ein sigur til Rúna og teir, men tá teir so fingu nakrar bóltar á rað miðskeiðis í hesum, nærkaðist sigurin av álvara.
Sum sagt, so gjørdist endin, at Tromsø og Rúni vunnu gullmerkini, og nú tykjast teir stevna beinleiðis móti greipuni. Tromsø skal um tvær vikur spæla fyrsta finaludystin móti Dragvål. Í landskappingini higartil hevur Tromsø staðið seg nógv best, og tí eru tað nógv, sum roknað við, at at tað eisini skal eydnast Tromsø at taka hetta steypið, so talan kann væl gerast um tvífalt gull til Rúna, longu fyrsta árið hann roynir seg uttan fyri føroysku landoddarnar.