Rúni Hansen á Grafiska háskúlan

Sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð er Rúni Hansen úr Havn komin inn á kreativu linjuna á Grafiska háskúlanum í Keypmannahavn. Linjan eitur Grafisk kommunikatión.

Rúni Hansen er 30 ára gamal og hevur arbeitt sum teknari hjá samskiftisvirkinum Sansum í sjey ár.

Tað er sera torført at sleppa inna á Grafiska háskúlan. Av teimum 300, sum søktu í ár, komu einans 30 gjøgnum nálareygað. Rúni var til upptøkuroynd í tríggjar dagar, har hann hvønn dag skuldi loysa eina grafiska uppgávu innan fyri seks tímar.

Útbúgvingin til "professions bachelor í grafisk kommunikation" tekur trý ár. Útbúgvingin ger teg føran fyri at skapa grafiska kommunikatión í bæði prentaðum og elektroniskum miðlum. Útbúgvingin inniheldur trý fakøki, sum tilsamans skulu menna tíni evni at skapa samanhang millum hugskot, snið, samskifti og framleiðslu.