Rúni Nolsøe fegin um søguliga stóra sigurin

Venjarin hjá EB/Streymi er errin av frálíka avrikinum hjá EB/Streymi í kvøld. Felagsliðið vann 5-1 á FC Lusitans úr Andorra í undan umfarinum til Champions League.

 

Sjálvt um samlaði sigurin upp á 7-3 bendir á, at EB/Streymur hevur spákað sær til sigurin móti lættari mótstøðu, so er tað hart arbeiði aftanfyri flotta sigrinum.

 

- Hetta hava verið tvær harðar uppgerðir. Fyrri dysturin endar 2-2 og sjálvt um vit eru á odda 2-0, so kenna vit okkum ongantíð tryggjar við leiðsluna, tí tað er skjótt at fáa tvey mál í fótbólti. Sjálvt við tíggju monnum halda teir áfram at trýsta okkum, sigur Rúni Nolsøe.

Eitt skiftið var EB/Streymur á odda 2-0 og FC Lusitans fekk ein mann útvístan, men so kom vend í og gestirnir minkaðu um munin og hóttu.

 

- Eg var bangin allatíð, tí vit vistu at teir vóru kvikir, serliga í vinstru síðu. Gert Hansen hevði leikbann, so vit høvdu Dánjal Davidsen á høgra bakki og hann passar ikki so væl til teir. Men Dánjal var tann hjá okkum, sum hevði flest royndir og í fyrra hálvleiki ger hann alt sum hann skal, og vinnur alt við høvdinum, sigur Rúni Nolsøe víðari

Sum heild tóktist EB/Streymur at hava tamarhald á støðuni.

 

- Vit høvdu teir akkurát har, sum vit ætlaðu okkum. Vit skuldu lokka teir fram á vøllin og fangan teir við skjótum umstillingsspæli, sigur Rúni Nolsøe.

 

Rúni Nolsøe leggur afturat, at komandi uppgávan móti Dinamo Tblisi verður ein stór uppgáva, og at hann nú fer í holt við at fyrireika seg til tann dystin.

 

Samrøðan við Rúna Nolsøe kann hoyrast undir greinini.