Rúni Nolsøe ynskti at verða loystur úr starvi, og nevndin játtaði. Heimasíðan skrivar, at Rúni Nolsøe og FC Hoyvík fara hvør til sítt í sátt og semju.
Hoyvíkingar taptu leygardagin heili 5-2 á heimavølli móti næstbesta liðnum hjá NSÍ.
FC Hoyvík er í løtuni undir niðurflytingarstrikuni. Liðið hevur sjey stig upp til bjargingina aftaná 14 dystir.