Rúni í norsku steypafinaluni

Aftur í ár verður Rúni Weihe partur av norsku steypafinaluni í flogbólti. Hesa ferð skal Tromsø spæla móti Førde
Steypafinalan verður spæld 6. januar klokkan 14, og sæst hendan beinleiðis á norsku NRK2.
Undan dystinum verður Tromsø - har føroyski landsliðsvenjarin, Magnus Aðalsteinsson, er venjari - mettur sum favorittur. Gongdin hjá Tromsø hevur verið sera góð seinastu tíðina, og í løtuni liggja teir á odda í landskappingini.
Hesar seinastu dystirnar hevur Rúni Weihe tó ikki spælt vegna skaða, men vónin er, at hann verður tøkur til steypafinaluna.