Ein stórhending innan føroyskt tónleikalív er á breddanum beint eftir páskir.
Rúni Brattaberg fer saman við klaverleikaranum Hans Otto at framføra Winterreise eftir Schubert. Ætlandi verða tvær konsertir. Í Havn á Gamla Meiarínum flaggdagin 25. apríl og í skúlanum í Trongisvági 27. apríl. Báðar konsertirnar eru klokkan 19:30.
Um útselt verður í Havn, verður eykakonsert 2. páskadag klokkan 16.
Forsølan av atgongumerkjum verður í kunningarstovunum í Havn og á Tvøroyri.
Fyrsti føroyingur
Winterreise D911 skrivaði Schubert í 1827. Hetta er sangcyklus, eitt sera vakurt og sera krevjandi verk.
Rúni Brattaberg er fyrsti føroyski sangari, ið framførir Winterreise í fullari longd.
Rúni Brattaberg er í løtuni á operaskúla í Zürich