Rúni Øregaard nýggju formaður

Á aðalfundi hjá Føroya Handverkarafellag í Fuglafirði leygardagin varð nýggjur formaður valdur. Formaðurin undanfarna skeiðið, Heini Hansen, stillaði ikki uppaftur, og varð Pól Øregaard valdur til nýggjan formann.

Eirikur Lindenkov


Herfyri hendi tað, at klovningur kom í felagið hjá føroyskum handverkarum, sum tískil eru í tveimum ymsum landsfeløgum.

Limafeløgini í Føroya Handverkarafelag eru Klaksvíkar Handverkarafelag, Fuglafjarðar Handverkarafelag, Skála Handverkarafelag, Nes Sóknar Handverkararfelag, Norðstreymoyar Handverkarafelag, Vestmanna Handverkarafelag og Vága Handverkarafelag.

Pól Øregaard sigur við Sosialin, at tað harmaði hann, at feløgini skuldu fara hvør til sítt.

? Nú havi eg so fingið hesa uppgávuna at fáa felagið at koyra, og hesa uppgávuna ætli eg mær at røkja.

Hinir báðir nevndarlimirnir í Føroya Handverkarafelag eru Suni Simonsen úr Vestmanna, sum er næstformaður og Henry Olsen í Rituvík.

Leygardagin visti Sosialurin at siga frá Landsfelag Handverkara, at teir boykott Tekniska skúlan í Havn vegna ósemju. Pól Øregaard sigur, at Føroya Handverkarafelag als ikki vil leggja seg út í hetta stríð, og hann sigur, at lærlingarnir saktans kunnu kenna seg tryggar.

? Tað er púra burturvið at gera tað, og eg haldi als ikki, at hatta úttalilsið frá Landsfelag Handverkara var nóg væl undirbygt, sigur Pól Øregaard, sum eisini er stýrislimur í Tekniska skúla í Havn.

Pól Øregaard vísir aftur øllum ákoyringum, sum felagið hevur fingið frá Landsfelag Handverkara, m. a. um tað, at Føroya Handverkara forðar teimum í at fáa eina eftirlønarskipan.

? Hatta skilji eg als ikki. Tað kann ongantíð verða okkara problem, at teir ikki megna at fáa eina eftirlønarskipan upp á beinini, sigur hann.

? Okkara limir eru bundnir av sáttmálanum. Tað eru teir, sum eru farnir úr okkara felag, meðan vit hava stríðst fyri at standa saman.

Pól Øregaard sigur, at honum best hevði dámt, at stríðið millum handverkararnar varð fingið av vegnum.

? Eg eri altíð opin fyri at vit leggja saman aftur, sigur Pól Øregaard, sum ikki vil út í blaðkjak um hesi viðurskifti.

? Men tá komið verður við ósannindum, tá kenni eg meg noyddan at tala at, sigur hann.