Tað vóru ikki bara tey bæði Marnar Djurhuus og Rebekka Fuglø, sum gjørdu um seg í innandura rennikapping í Danmark um vikuskiftið.
Rúni Seloy úr Bragdinum vann nevniliga silvur á 800m-teininum og setti við tíðini 1,58.58min. eisini nýtt føroyskt met. Hetta er somuleiðis met í felagnum í Hvidovre, sum hann umboðar í rennikappingum í Danmark.
Hann luttók í aldursbólkinum 18-19 ár og hevur enn eitt ár at taka av í tí aldursbólkinum. Í 800m-rennikappingini lá hann leingi á odda, sum myndin omanfyri eisini vísir, men varð yvirhálaður tá ið 150 metrar vóru eftir at renna.
Rúni Seloy var í fjør illa darvaður av skaða, men komin fyri seg aftur hevur hann vant miðvíst fram ímóti góða forminum, sum hann nú hevur prógvað.