Rúni skal fyribyrgja yvirgangi

Hann er júst byrjaður á Havnaskrivstovuni í Havn sum umsjónarmaður. Høvuðsuppgávan er at taka sær av sonevndu isps-trygdarskipanini. Endamálið við skipanini er at byrgja uppfyri yvirgangi. Hetta er ein partur av herdu altjóða krøvunum, síðan herviligu yvirgangsatsóknina móti málum í USA

Umborð

 

Rúni Hentze er føddur í 1951 og er 56 ára gamal. Hann er uppvaksin á Argjum, og tað var har, hann sleit sínar barnaskógvar. Foreldrini eru ættað av Sandi. Hann giftist til Skopunar og flutti suður hagar at búgva í 1983. Seinni er familjan flutt aftur til Havnar at búgva.

Hóast hann nú er farin í fast starv uppi á landi, hevur hann verið meginpartin av lívi sínum á sjónum.

Sum 14 ára gamal fór Rúni sín fyrsta túr til skips. Fyri tað tíð, hevði hann verið onkran túr uttanlands og selt saman við pápa sínum, Torbjørn Hentze, sum var maskinmaður við Havborgini.

- Mín fyrsti veruligi túrur til skips var soleiðis í summarfrítíðini millum 7. flokk og 1. real í 1965.

Hesin túrurin á sildaveiði við Vesturhavinum Blíða vardi einar tríggjar vikur, og skipari var Dánjal Petur Højgaard.

- Eg minnist, at aldan var tung norður gjøgnum Djúpini, og eg spýði, men eg minnist einki um, at veðrið ikki var gott á túrinum. Eg havi ikki havt sjóverk síðan hendan dagin. Hesin fyrsti túrurin gav mær veruliga blóð á tonna.

Tá skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, fór Rúni í realskúla í Havn.

Sjógvurin dróg, og liðugur við realskúlan í 1968, kom slett ikki upp á tal hjá honum at fara í annan skúla.

- Eg fór beinanvegin avstað aftur, og hesaferð við Porkerisnesi, sum júst var longdur og yvirdekkaður, eftir at eldur hevði verið í skipinum. Porkerisnes var ein av teimum fyrstu línubátunum, sum bleiv yvirdekkaður.

Levi Joensen var skipari, men hjá teimum gekk illa í hond hendan túrin.

- Skipið riggaði illa, og longu tá tað fór av Tórshavnar Skipasmiðju, var galið við umstýringini, og skipið bakkaði upp á Tinganesi. Skipið mátti tískil uppaftur at umvæla skrúvu og annað.

Hann sigur, at tá klárt var at loysa, fóru teir yvir á Flemmish Kap á saltfiskaveiði, men hetta gjørdist ein langur túrur.

- Vit lógu lutvíst í St. Johns við oljuleka, sum var ringur at fáa bilbukt við. Tað vísti seg, at leki var á gearinum. Porkerisnes loysti seint í september, og vit væntaðu at koma heimaftur til jólar, men komið var út í januar, áðrenn vit vóru við hús aftur.

Hendan túrin fingu teir ikki fulla last. Skipið tók eini 200 tons í saltfiski, men teir høvdu bert 130 tons, tá teir fóru at sigla.

Rúni fór ikki við Porkerisnesi aftur.

Nú fór hann umborð á Sundabúgvan, sum Tórhallur Andreassen førdi. Hetta var í 1969 við toskagørnum á saltfiskaveiði.

- Vit vóru millum teir fyrstu, sum fóru at royna við toskagørnum, kanska var Nornagestur hin fyrsti.

Hesin fyrsti túrurin var vánaligur.

- Vit byrjaðu á Norðhavinum og høvdu stívliga 40 tons í lastini, tá vit løgdu leiðina til Vesturgrønlands. Vit høvdu gott mót og væntaðu, at hetta fór at gerast ein skjótur túrur, men so bleiv ikki. Minnist eg rætt, vardi túrurin meira enn fimm mánaðir.

Í Vesturgrønlandi fingu teir ikki fiskað fyri ísi í fleiri vikur. Teir løgdu tí leiðina til Ný Foundlands, har teir høvdu góðan fiskiskap í einar 10 dagar. Síðan fóru teir aftur til Vesturgrønlands, og tá var roynandi fyri ísi.

- Vit fingu umsíðir sjaggað okkum upp í lastina, og høvdu helst stívliga 200 tons, tá vit løgdu leiðina heimaftur.

Skal tú vera fiskimaður, er neyðugt at hava gott mót.

- Eg fór avstað aftur við Sundabúgvanum um heystið. Vit høvdu gott mót, tí heysttúrurin árið fyri hevði verið góður. Vit fóru aftur til Vesturgrønlands og gjørdu ein góðan túr.

Rúni sigur, at teir hendan túrin endaðu uppi á Flesjunum á Tangafirði. Skipið fór illa, og klárt varð ikki at loysa aftur fyrr enn í februar.

- Tá fóru vit á Norðhavið við gørnum og landaðu veiðina í Vík so hvørt. Eftir norðhavsróðurin, fóru vit beint til Ný Foundlands, og hetta var seinasti túrurin hjá mær við Sundabúgvanum.

Nú bar leiðin umborð á Brand Sigmundarsson, sum Andrias Johannesen, Andrias hjá Mortani, førdi. Avloysari sum skipari var sonur hansara, Mortan Johannesen.

- Eg var tríggjar túrar við Brandi. Vit fiskaðu eitt nú í Barentshavinum, og vit vóru eisini í St. Lorentsflógvanum millum Ný Foundland og Kanada. Hetta var slett ikki so galið, og tað gekk rímiliga væl.

Eftir tíðina við Brandi Sigmundarsson, fór Rúni á navigatiónsskúla á heysti í 1971 og fekk prógv sum skipsførari í 1974.

- Eg fór nú út at sigla og sigldi sum yvirstýrimaður hjá donskum reiðaríi í hálvt annað ár. Vit sigldu mest í Norðuratlantshavinum við stykkjagóðsi.

Nú er tíðin komin til, at Rúni fer at arbeiða á skrivstovuni hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni.

- Eg mundi arbeiða á skrivstovuni í eitt ár ella so, men hetta tímdi eg ikki serliga væl.

Hann fór nú av skrivstovuni og umborð á Tjaldrið sum stýrimaður, og tá ið Ólavur Halgi eisini kom at sigla fyri Vaktar-og Bjargingartænastuna, fór hann umborð har at rigga skipið til.

Árini fram til 1982 sigldi hann soleiðis fyri vaktartænastuna.

- Nú fór eg í Eystursjógvin sum skipari at fiska við trolbátinum Sólvá hjá Sámali Jacobsen. Nógvir føroyskir trolbátar vóru í Eystursjónum hesi árini. Hetta var ein góð tíð, og tað gekk væl.

Seinast í áttatiárunum gjørdist Rúni virkisleiðari á fiskavirkinum í Skopun.

- Virkið var júst útbygt og stóð í nógvum peningi. Samfelagið hevði longu merkt til kreppuna. Hetta var ein ring og tung tíð hjá teimum, sum royndu at fáa virkini at hanga saman. Alt gekk ímóti.

Tá Rúni fór av fiskavirkinum í Skopun eftir hálvum øðrum ella tveimum árum, fór hann fyrst at reka útróðrarbátin Líðhamar.

Í 1993 keyptu hann, brøðurnir og pápin 50 tons stóra útróðrarbátin Ingibjørg, sum varð uppkallaður eftir yngstu dóttir hansara.

- Vit róðu bara við snellu, tí einki var at fáa við línu. Tá toskurin byrjaði at koma aftur, fóru vit at royna við línu. Vit settu egningarmaskinu í bátin og vóru soleiðis teir fyrstu, sum fingu maskinuna at rigga umborð á hesum bátum. Onkur hevði roynt undan okkum, men teir vóru givnir aftur.

Teir høvdu Ingibjørg í eini 11-12 ár.

- Eg førdi bátin, og mær dámdi sera væl at reka okkara egna skip. Hetta var ein ógvuliga spennandi tíð, og tað gekk rímiliga væl.

Tá teir seldu Ingibjørg í 2004, legðist Rúni uppi og eitt skifti, meðan Páll á Reynatúgvu var í landsstýrinum, sat hann á tingi fyri Tjóðveldisflokkin.

- Eg sat á tingi í umleið hálvt annað ár, og eg haldi, at vit gjørdu eitt seriøst arbeiði og fingu væl burtur úr. Okkara mál var at fáa føroyska búskapin at bera seg. Men so byrjaðu teir at senda hvønn annan til hús, og at enda slitnaði samstarvið.

Eftir hetta var Rúni hálvt triðja ár í Íslandi sum leiðari fyri Sjómansheiminum Ørkini.

- Eg havi ikki verið til sjós aftur, og nú vóni eg bara, at eg fari at fella til og trívast í mínum nýggja starvi. Eg fari at brellast eftir at sleppa til sjós aftur, men eg uggi meg við, at starvið hóast alt luktar eitt sindur av saltvatni, sigur Rúni Hentze.