Tveir føroyskir rennarar vóru við í innleiðandi kapping í 800 metrum fyrrapartin.
15 ára gamli Rúni Seloy gjørdi rættiliga um seg í hesari kapping. Hann leyp avstað og lá odda, til 200 metrar vóru eftir. Tá fór ein rennari av Guernsey fram við honum, men Rúni slakaði ikki meira og kom á mál næstfremstur. Tíðin var 1,57,95.
Hetta hevði við sær, at Rúni Seloy verður við í finaluni í hesari kapping. Jóan Karl Joensen kom ikki í finaluna. Hann rann í tíðini 2.00,44