Tromsø møtti Førde í finaluni, og undan dystinum var liðið hjá Rúna mett at vera stórfavorittur. Teir megnaðu tó ikki at liva upp til vónirnar, tí Førde vann nevniliga dystin 3-1. Teir løgdu hart út og vunnu fyrstu tvey settini ávikavist 25-21 og 25-20. Hetta fekk tó leikararnar hjá Tromsø at rakna við, og teir vunnu 3. sett 25-20. Í 4. setti var Førde tó aftur oman á, og teir vunnu 25-23. Sostatt eydnaðist ikki Rúna at vinna norsku steypafinaluna á hesum sinni.