Fyri fimm árum síðani varð stuðulin fimmfaldaður og er nú 80 mió. krónur.
Formaðurin í tingbólkinum hjá Dansk Folkeparti, Kristian Thuesen Dahl, sigur, at teir politisku flokkarnir eru privatir felagsskapir og eiga tí at liva av limagjaldinum frá limunum eins og aðrir felagsskapir.
Sambært uppskotinum skulu flokkarnir varðveita tann partin av stuðlinum, sum er ætlaður til arbeiðið í Fólkatinginum. Tað er stuðulin til sjálvar flokkarnar, sum skal burtur. Sum er fáa teir politisku flokkarnir í Danmark 23,25 krónur um árið fyri hvørja atkvøðu, flokkarnir fingu á seinasta vali.