Jógvan Arge.
Fylgjurnar av nýggju fíggjarlógini koma nú javnt og samt undan kavi.
Skula vit meta eftir gongdini seinast, so verða eini ræðutíðindi fyri og onnur eftir at frætta komandi vikurnar og mánaðirnar.
Nú kom upp, at eldra fólkið á sambýlum skal rinda ikki minni enn 2000 krónur meir um mánaðin fyri innivst og mat.
Rokningin hjá hesum gomlu hækkar úr 3500 krónum upp í 5.500 krónur í einum høggi frá 1. februar.
Hetta verður gjørt fyri at bøta um landsins fíggjarlóg.. Annars hevði hendan tænastan verið skerd, sigur almannaráðharrin Rósa Samuelsen.
Mær er farið at tykja so hjartaliga synd í Rósu Samuelsen.
Tað sær ikki mætari út enn, at hon er vorðin tann ævigi syndabukkurin fyri samgonguflokkarnar og løgtings- og landsstýrisumboðini úr flokkunum trimum.
Skula nøkur oyru sparast ella takast inn, so verður Rósa spent fyri hestin, og hon skal eisini út á vígvøllin at forklára politikkin hjá eini samgongu, sum ongan politikk tykist hava yvirhøvur.
Virksemið hjá samgongu og løgtingi í løtuni kann allarbest lýsast við einum orði: ránsmannavirksemi. Tey gera ikki annað enn ræna pengar frá fólki, stovnum og kommunum.
Løgtingið og landsstýrið megna als ikki at fíggja sítt egna barn, føroyska samfelagið, men fyri kortini at fáa ráð til ekstravagansu fara tey í lummarnar hjá teimum veikastu í samfelagnum og tøma teir við beráddum huga.
Púra óskiljandi, at Rósa ikki langtsíðani havt lagt frá mær og latið til dømis Johan Dahl sloppið at tømt lummarnar hjá fólki.
Tá onki er eftir í einstaklingslummunum, verður hálsað um. Tá verður ein stovnur fyri og annar eftir stolin úr Havn og fluttur út á bygd eftir einari nátt, so skattainntøkurnar hjá viðkomandi bygdakommunu kunnu økjast.
Hetta hevur verið lagið í fleiri ár, og ongi útlit eru til nakran bata. Seinasta sniðálopið er, at tann hart royndi Vinnuháskúlan skal skrykkjast upp við rót og flytast í onkran útjaðara. Tað stendur í fíggjarlógini.
Vit hava eisini verið vitni til, at tá tingið ikki hevur fleiri pengar at reka síni egnu børn fyri, so langar tað fleiri børn saman í eitt. Útvarpið og sjónvarpið eru dømi um tað. Úrslitið var, at ikki bara annar, men báðir, fóru av knóranum.
Í áravís hava landsstýris- og tingfólk jabbað um at leggja málsøkir út til kommunurnar. Skúlin og eldraøkið skula liggja fremst fyri, men hetta gongur ongan veg.
Tað mest syrgiliga við hesum ætlanum er, at tað er ikki fyri tey bláu eyguni hjá kommununum og borgarunum, at landspolitikarnir vilja leggja málsøkini út. Endamálið er eittans, og tað er at sleppa landskassanum undan at gjalda fyri skúla og eldraøki.
Tá kommunurnar hava fingið málsøkini tveitt í føvningin, stendur tað til teirra at fíggja økini, tí landið hevur langtsíðani brúkt teir pengarnar, sum tað av røttum átti at spjaðað til við.
Tá hava eyðrænararnir á tingi sloppið sær undan ábyrgdini, og kommunurnar sita eftir við apuni – og hava bara eitt stað at fara eftir pengunum. Tað er ikki ringt at rokna út, hvar tað er..
Nei. Her verður onki skil á, so leingi landsins kosnu bara hugsa um egið gagn og leggja líka í borgaranna og landsins frama.