Ránsmenn í Kollafirði

Stutt fyri klokkan 5 leygarmorgunin varð ein 35 ára gamal maður tikin og hildin av tveimum yngru monum, sum tóku peningin frá tí 35 ára gamla, millum 1.000 og 1.500 krónur Stutt fyri klokkan 05.00 leygarmorgunin varð ein maður útsettur fyri ráni. Hann var á veg til hús, tá hann komin til Kjalnesbúðina í Kollafirði knappliga verður álopin av tveimum monnum, sum halda honum føstum upp móti einum veggi.

Teir taka peningamappuna frá honum og taka peningin úr henni, eitt stað millum 1.000 og 1.500 krónur. Síðani taka teir báðir beinini á nakkan og halda suður í bygdina.

Báðir menninir eru mettir at vera um 25 ára aldur. Annar hevur stuttklipt myrkt hár, hon stuttklipt ljóst hár. Annars eru teir líka ílætnir í svartar skógvar, svartar buksur, svartan jakka og hvítar bummullshandskar. Báðir eru um 180 sentimetrar høgir og báðir tosa reint føroyskt uttan accent.

Løgreglan stendur enn á berum í málinum, og teir frætta fegnir frá fólki, sum antin hava hoyrt ella sæð okkurt til hendingina. Til ber at boða frá á tlf. 351448