Landsverk hevur bjóðað út arbeiðið at umbyggja røntgendeildina á Landsjúkrahúsinum Arbeiðið verður boðið út í heildararbeiðstøku. Talan er um umleið 700 fermetrar tilsamans. Arbeiðið skal verða liðugt í seinasta lagi í viku 50 í 2011.
Kravt verður av teim fyritøkum, ið ynskja at bjóða, at tær kunnu vísa á, at tær hava neyðuga førleikan til at gera arbeiðið til lítar innan fyri ásetta tíðarkarmin.
Lisitatiónin verður á Landsverki mánadagin, 21.02.2011 kl. 15:00.