TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 við amerikanska radiojournalistin, Matthew Workman úr Oregon í USA, sum framleiðir podcast-sendingar til "The Faroe Islands Podcast". Netrásin hevur higartil framleitt heili 265 sendingar um Føroyar og føroysk viðurskifti.
Hetta er áttanda árið á rað, at Matthew Workman er í Føroyum fyri at framleiða netsendingar fyri "The Faroe Islands Podcast".
Tó hevur Matthew Workman aldri áður havt møguleikan at uppliva ein landsdyst á Tórsvølli, og tað er hann sera fegin um at hava upplivað nú. Hann hevur tikið nógv upp, og hevur gjørt fleiri samrøður frá Tórsvølli, og frá upphitingini hjá Skansanum, og hann væntar, at tað verður talan um minst tvær sendingar frá tí sera jaligu upplivingini á Tórsvølli.
Sum fjeppari hjá Føroyum er hann eisini sera fegin um tað føroyska avrikið ímóti Ungarn. Matthew Workman undirstrikar, at føroyska fótbóltslandsliðið gevur Føroyum nógva og góða umtalu, eisini í USA, har hann hevur møtt fólki, sum kenna Føroyar orsaka av fótbóltslandsliðnum.