Bólkurin Róp hevur verið til í umleið eitt ár, og teir hava spælt til konsertir í millum annað Losjuni í Gøtu, í Norðurlandahúsinum og á G! festivalinum.
Tónleikararnir í bólkinum hava áður spælt við í øðrum bólkunum ? eitt nú var basspælarin Chris Shields við í rockbólkinum Krit í Prixnum fyri tveimum árum síðani.
Sangari í bólkinum er Heri Trondesen, sum eisini hevur roynt sína rødd í øðrum bólkum.
Tað verður sagt, at Róp spælir harðan atmosferiskan rocktónleik ? hørð riff og ja... róp. Men alt er blandað við vøkrum, mangan sorgblíðum løgum og sangi.