Herverk
Fríggjakvøldið var herverk gjørt í miðbýnum í Havn, har tveir persónar kastaðu seinar og brutu tveir rútar í Sparikassanum, sum venda ímóti gongugøtuni. Onkur vitni vóru, men eingin er enn tikin.
Maður datt á sjógv
Leygarnáttina koyrdi ein taxabilur tríggjar rúsaðar menn út á vestaru bryggju. Á veg umborð á skipið datt ein av monnunum niður ímillum kajina og skipið, hann varð hálaður upp aftur beinanvegin, og eingin skaði hendi.
Steinur ígjøgnum rútin á bili
Leygarmorgunin var ein maður í bili á veg úr Vestmanna, á veg niðan frá Vestmanna kom ein steinur inn gjøgnum forrútin á bilinum og fór beint út ígjøgnum bakrútin. Løgreglan kennir ikki orsøkina.
Motorsúkkla koyrdi á seyð
Leygarkvøldið koyrdi ein motorsúkkla á ein seyð á Oyggjarvegnum. Seyðurin doyði og motorsúkklan fór út av vegnum. Førarin meiddi seg nakað av fallinum, men kláraði sjálvur at koyra aftur til Havnar.
Innbrot
Sunnudagin var eitt innbrot í Dagstovninum á Løgmannabreyt, har ein brævbjálvi við peningi var stolin.
Koyrdi ov skjótt
Sunnudagin var ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt í Kaldbaksbotni. Hann koyrdi 116 km/t har loyvt var at koyra 80 og fær tí eina bót.